Rasmus Paludan, stovnari av politiska flokkinum, Stram Kurs, hevði ætlanir um at brenna eina koran av framman fyri skúlanum í enska býnum Wakefield hesa vikuna. Men hann sleppur ikki inn í Bretland.
Herfyri kunngjørdi Paludan, at hann hevði ætlan um at fara til Wakefield at brenna eina koran. Hetta skuldi gerast fyri at vísa á órættin, sum nakrir næmingar vóru fyri, tá teir vórðu burturvístir frá skúlanum eftir at tey høvdu ‘gjørt seg inn’ á eina koran,.
Rasmus Paludan hevur sjálvur sagt, at hann ætlaði at gera vart við seg í Bretlandi fyri at vísa á “ódemokratiskar kreftir”.
Men nú hevur Tom Tugendhat, trygdarmálaráðharri, kunnað undirhúsið um, at Rasmus Paludan ikki sleppur at koma inn í landið, skrivar BBC.
Avgerðin er tikin eftir at parlamentslimurin úr Wakefield, Simon Lightwood, heitti á ráðharran um at gera nakað við málið.
- Paludan hevur fingið fongsulsdóm í Danmark fyri hatursfullar og rasiskar útsøgnir. Hann er vandamikil, og eigur ikki at sleppa inn í landið. Kann innlendismálaráðharrin vissa meg og mítt valdømi um, at stjórnin tekur stig til at forða hesum, spurdi Simon Lightwood.
Ráðharrin við trygdarmálum, Tom Tugendhat, svaraði, at Paludan er komin á serliga listan yvir fólk, sum ikki fáa loyvi at koma inn í landið.
Rasmus Paludan hevur seinastu árini gjørt vart við seg í Danmark og Svøríki við sínum mótmælum móti islam. Í januar brendi hann eina koran framman fyri sendistovuna hjá Turkalandi í Stockholm.
Tað førdi til diplomatiska kreppu millum Svøríki og Turkaland, sum fekk turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, til at kunngera, at hann ikki kundi stuðla Svøríki í at gerast limur í Nato-verjusamgonguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald