Uttanlands

Xi bjóðar Putin til Kina

Kinesiski forsetin er í hesum døgum á vitjan í Moskva, og nú er líkt til, at russiski forsetin skal til Kina seinni í ár

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-03-21 15:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kinesiski forsetin, Xi Jinping er í hesum døgum á vitjan í Moskva, har hann m.a. hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin upplýsir, at hann longu í gjár bjóðaði Putin at vitja í Kina.

Vitjanin skal eftir ætlan verða einaferð seinni í ár. Russiski forsætisráðharrin, Mikhail Misjustin hevur í dag verið á fundi við Xi, og er hann eisini boðin til Kina.

Moskva-vitjanin hjá kinesiska forsetanum varar til mikudagin. Millum tey mál, sum verða umrødd undir vitjanini, er støðan í Ukraina. Í februar kunngjørdi Kina lagt eina 12-stigsætlan um, hvussu ein loysn kann finnast viðvíkjandi Ukraina.

Tey 12 stigini í ætlanini hjá Kina snúgva seg m.a. um at hava virðing fyri krígsfangum og umstøðunum hjá sivilfólki, og at tryggja kornútflutning úr Ukraina. Men sagt verður eisini, at sjálvavgerðarrætturin og landaøkini hjá øllum londum skulu virðast. Eingir bardagar skulu vera nærindis kjarnorkuverk, og Kina fordømir allar hóttanir um nýtslu av kjarnorkuvápnum. Um friður er rokkin, skulu øll revsitiltøk fara úr gildi, uttan so at tey eru samtykt gjøgnum ST.

Hetta er fyrstu ferð, at Xi vitjar í Russlandi, síðan landið gjørdi innrás í Ukraina. Hetta er eisini hansara fyrsta uttanlandsferð, síðan hann tryggjaði sær eitt triðja valskeið sum forseti, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder