"Kvinna tú ert frí". Hetta er heitið á listaframsýning hjá Stellu Zachariassen, sum verður á Hotel Brandan leygardagin 1. Apríl 2023 frá kl. 15.00 – 20.00.
Hvørt ár málar Stella eina seriu við sínum eyðkennis málningum, sum hon kallar Red Thread Serian. Hesir málningar eru málaðir við gráum og reyðum.
Í ár hevur Stella gjørt av at málningarnir, sum hon sýnir fram, eru grundaðir á kristnu trúnna við serligum atliti at heimila og motivera kvinnur, lýsa bíbliusøgur og orð til íblástur.
Hvørt ár málar Stella eisini ein málning við krossfesting Jesusar og tað ger hon eisini í ár og verður tann málningurin eisini við á framsýningini.
Framsýninigin verður ein dag og tað er leygardagin 1. Apríl í Brúgvini á Hotel Brandan og verður ferniseringin kl. 15.00 har tær tríggjar Kezia Zachariassen, Annika Skorheim Guttesen og Poula Dalbø fara at dansa dynamiskan hip-hop dans.
Te, kaffi og lekkrir brellbitar verða at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald