Innanlands

Avanaata kommuna á vitjan á Nesi

Grønlendingar kunna seg um kommunala geiran í Føroyum

Suni í Hjøllum, borgarstjóri á Nesi, og Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu (Mynd: nes.fo)

Suni í Hjøllum, borgarstjóri á Nesi, og Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu (Mynd: nes.fo)

2023-03-28 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesum døgum eru umboð fyri Avannaata kommunu í Grønlandi á vitjan í Føroyum. Tey ynskja at gera seg meira kunnug við kommunala geiran í Føroyum.

Tey vitjaðu Nes kommunu í gjár, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði eina framløgu um kommununa og greiddi frá, hvussu tey skipa seg, tá ið talan er um tilboð, rakstur og íløgur.

Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu, greiddi stutt frá um teirra kommunu, og serliga um tær avbjóðingar, tey hava við høgum rakstrarútreiðslum, tí teirra kommuna strekkir seg yvir ein tein á 1300 kilometrar.

Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommune, eru fýra býir og 21 bygdir. Fólkatalið er á leið 12.000, og býráðið hevur sæti í Ilulissat.

Til minnis um vitjanina vórðu gávur handaðar. Avannaata kommuna gav eitt model av hundasletu, sum eitt av teirra listafólkum hevði gjørt. Nes kommuna gav tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevði evnað, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder