Innanlands

Tingformaðurin ikki til døgurða hjá krúnprinsinum

Páll á Reynatúgvu metir, at vertsleikluturin í Føroyum er hjá føroyskum myndugleikum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-08-17 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, fer ikki til døgurða umborð á kongaskipinum Dannebrog, nú krúnprinsparið verður í Føroyum í næstu viku.

Tað skrivar VP seinnapartin.

Heldur ikki fer hann at taka ímóti einum riddarakrossi, sigur Páll á Reynatúgvu við Vágaportalin.

Hann sigur víðari at tað er ónatúrligt at siga nei, tí hann metir, at vertsleikluturin í Føroyum eigur at vera hjá føroyskum myndugleikum.

Krúnprinsparið við børnum verður í Føroyum frá 23. august til 26. august.

Les eisini: Soleiðis vitjar krúnprinshúskið í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder