Ný Ný, sum merkir nýnýtsla av klæðum, er eitt átak hjá Bláa Krossi, sum hevur til endamáls at fáa enn meira burtur úr stóru rúgvuni av klæðum, fólk lata felagsskapinum. Endurnýtslan er í hásæti, og tí er hetta eisini ein máti at geva skaparverkinum ans og fara væl um tað.
Tilsamans hevur Blái Krossur sjey endurnýtsluhandlar kring landið, sum taka ímóti brúktum klæðum, brúkslutum og øðrum, ið kann seljast og vera við til at fíggja fyribyrgingararbeiðið hjá Bláa Krossi, ið serliga vendir sær til børn, ung og familjur.
Fimm sjálvbodnar
Tann eini av teimum, Blákrossbúðin í Niels Finsens gøtu í Havn, fevnir ikki bara um endurnýtslu av brúktum klæðum, men fæst nú eisini við nýgerð av klæðum. Uppi á loftinum er ein seymistova, har einar fimm konur sjálvbodnar koma inn at seyma klæði úr ymsum, ið annars ikki verður brúkt.
- Vit eru líkasum farin aftur til tað gamla, at heldur enn at koyra okkurt burtur, tí tað ikki longur kann brúkast, sum tað er, verður tað á seymistovuni hjá okkum seymað um til dygdargóð barnaklæði, ið vit nú eru farin at selja í handlinum, sigur Rutt Mikkelsen, ið stendur fyri arbeiðinum.
– Um okkurt plagg til vaksin er slitið og ikki kann brúkast, kann ein partur av tí saktans fáast til eitt gott plagg til børn. Og millum annað hava vit seymað nógv burtur úr seingjarklæðum, gardinum, avløgdum klæðum og øðrum, so tað brúkta fær eitt nýtt lív í øðrum hami.
Ovmikið til at taka
Fýra seymimaskinur, tveir overlockarar og tvey góð klippiborð eru á seymistovuni, har roynt verður at leggja arbeiðið til rættis, so tað verður einfalt og skjótt at seyma pløggini, tí annars kann tað skjótt gerast ov nógv putl og ov lítil framleiðsla.
– Tær sum koma her, gera tað sjálvboðið, og tað eru serliga fimm, ið møta fast aftur og aftur. Tær arbeiða kanska ikki, men hava brúk fyri at koma út, og so kunnu vit hugna okkum saman, samstundis sum vit sita og seyma, sigur Rutt.
– Onkrar dagar er lítil og eingin framleiðsla, men so kunnu vit gera eini tíggju pløgg ein annan dag. Har kemur so nógv av brúktum pløggum og toyi inn, at her er ovmikið til at taka. Vit kundu fyri tað havt eina heila verksmiðju, ið bara gjørdi nýggj pløgg burtur úr tí gamla.
Sjálvboðið arbeiði
Stórur áhugi er fyri klæðunum frá Ný Ný, sum fyri kortum komu til sølu í Blákrossbúðini í Havn, og Rutt Mikkelsen sigur, at tað mong – serliga tey yngru – geva ‟tí grøna” ans og at tað veruliga er frammi í tíðini at endurnýta og keypa endurnýtt.
– Hesi klæðini eru eitt sindur dýrari enn tey klæðini, vit annars selja í búðini, men vit royna at varpa ljós á, at fólk stuðla fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Bláa Krossi, tá ið tey keypa her. Merki er á hvørjum plaggi frá Ný Ný, sum eisini fortelur um tað, sigur hon.
Tað er eitt veldiga stórt sjálvboðið arbeiði, sum liggur aftanfyri. Bara í Havn eru tað eini 90 sjálvboðin, ið passa handilin og sorteringina.
folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald