Mentan

Fuglafjarðar kirkja skipar fyri sálmamaraton

Í staðin fyri at renna 42,5 kilometrar, er ætlanin at syngja 42,5 sálmar

(Mynd: Kórmót)

(Mynd: Kórmót)

2018-08-20 16:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fuglafjarðar kirkja biður øll koma við, tá ið Fuglafjarðar kirkja skipar fyri sálmamaraton hósdagin 30. august.

- Í staðin fyri at renna 42,5 kilometrar, fara vit at syngja 42,5 sálmar út í eitt. Allir sálmarnir eru úr Sálmabókauppískoytinum, sum kom út í 2014.

- Hetta er samstundis eitt høvi at læra seg teir sálmarnar, sum sjálvdan verða sungnir. Frá klokkan 18.45 -19.00 verður upphiting, boðar Fuglafjarðar kirkja frá. 

KVF stroymar tiltakið beinleiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder