Í gjárkvøldið var finalan í ársins Sement kapping í Reinsarínum í Havn.
Tilsamans 17 bólkar meldaðu seg til kappingina, og aftaná trý innleiðandi umfør stóðu seks bólkar eftir – Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani.
Umframt 1., 2. og 3. virðisløn vórðu tvær aðrar virðislønir eisini uppá spæl – Ein møguleiki at framføra á SPOT Festival í Aarhus næsta vikuskifti, og á G! Festivalinum í summar.
Benjamin Rajani fór avstað við bæði 3. plássinum og vinninginum frá G!, Nimbus Tópus vann 2. virðisløn, og Aggrasoppar fóru av stað við 1. plássinum og vinninginum frá SPOT Festival.
– Mann var allatíð við, og mann misti ikki áhugan. Tað byrjaði, og so koyrdi tað bara, segði dómsnevndin m.a. um Aggrasoppar og framførslu teirra.
– Tey fingu áskoðararnar við sær. Áhoyrarnir gjørdust ein partur av pallinum. Tað var næstan sum ein leikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald