2023-05-17 10:56
Kári Svensson telist millum okkara kendastu listafólk, og á hansara nýggju framsýning blandar hann tøkni og arbeiðshættir. Sostatt gongur Kári nýggjar leiðir.
Framsýningin er ein røð av listaverkum gjørd á papír og ikki lørift, sum vit vanliga kenna Kára fyri. Hann hevur ikki slept akryl málingini, men blandar her við vatnlitum, oljumáling og blýanti á papír, úrslitið er ein røð av einastandandi verkum.
Framsýningin verður í Gallarí Havnará og letur upp í morgin hósdagin, Kristi himmalsferðardag klokkan 16.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald