![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Herfyri hevði Gongufelagið í Havn 30 ára stovningardag, og í hesum sambandi var túrur niðan í Risastovu í gjár.
Ongantíð hava so nógv verið við til henda túrin áður. Gingið var frá skúlanum á Hamrinum og niðan til Risastovu í Glyvurshaganum, har øll samlaðust.
GHM spældi góðan horntónleik og borgarstjórin og Heini Nygaard hildu røður. Bette Johansen fekk herðaklapp frá borgarstjóranum fyri at hava tikið stig til gongufelagið í síni tíð, skrivar Tórshavnar kommuna.
- Tað er altíð ein frægd hjá mær sum borgarstjóra at sleppa at nýta gott av góða og ríka felagslívinum, sum er her í kommununi. Ikki tykkum at siga, so er tað ikki lítið av tíð og orku, eldsálir her í kommununi brúka fyri, at borgarar í høvuðsstaðnum kunnu hava tað gott. Takk fyri tað. Hetta arbeiðið kann ikki gerast upp og er gull vert fyri okkum øll. Gongufelagið í Havn er helst fyrsta skipaða gongufelag í landinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- 19. mai í 1993 fór gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn sin fyrsta gongutúr. Hetta var í tíðini áðrenn tað var modernað at ganga í fjøllunum, uttan so, at tú hevði jørð, seyð, fór eftir haru ella fugli. Og hetta var eisini áðrenn Fólkaheilsuráðið og øll tey góðu ráðini um at verða virkin, segði hann m.a.
- Tit hava verið frammanfyri tykkara tíð. Síðani fyrsta túrin fyri 30 árum síðani, eru nógv fet gingin. Ikki færri enn einar 40 túrar um árið, er tað blivið til.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald