placeholder
Uttanlands

Fara undir at byggja rakettútskjótistøð á Sutherland

Harvið verða tvær støðir, sum í næstum fara at skjóta rakettir út yvir føroyskt øki

(Mynd: orbex.space)

(Mynd: orbex.space)

2023-05-22 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða ikki færri enn tvær rakettstøðir, sum næstum fara at senda rakettir út í rúmdina eftir eini leið, sum liggur nær við okkum.

Fyrr hava vit greitt frá um SaxaVord Spaceport , sum er í ferð við at byggja eina rakettskjótistøð á Lamba Ness norðast í Hetlandi, sum eftir ætlan skal skjóta tær fyrstu rakettirnar út í rúmdina seinni í ár.

Men nú er gongd eisini sett á byggingina av eini støð norðast á skotska meginlandinum.

Talan verður um fyrstu rakettskjótistøðina á bretska meginlandinum, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum Orbex, og tað týðir upp á, at tey ikki eru komin eins langt, og tey eru komin í Hetlandi.

Orbex er eitt bretskt felag við høvuðssæti í skotska býnum Forres, og sum eisini hevur eina deild í Hvidovre í Danmark.

Útskjótingarstøðin fær heitið Sutherland Spaceport, tí hon verður bygd í økinum Sutherland, sum fevnir um tað mesta av norðurstrond Skotlands.

Støðin verður bygd á hálvoynni A’Mhòine, nakað vestan fyri bygdina Tongue. Av A’Mhòine er frítt útsýni norðureftir, og sambært einum filmi, sum greiðir frá verkætlanini sæst, at rakettirnar verða lyftar norðureftir millum Hetland og Føroyar, haðani tær skulu sleppa fylgisveinum í ringrás um jørðina, tá tær eru komnar nóg langt upp.

[object Object]

Roknað verður við 12 rakettútskjótingum um árið, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Orbex. Roknað verður við, at rakettstøðin kann koma at skapa 250 arbeiðspláss, harav minst 40 koma at liggja vera í økjunum norðast í Skotlandi, Sutherland og Caithness.

Orbex hevur ment eina 19 metra langa rakett, sum er serbygd til at senda lættar fylgisveinar upp til 180 kilo upp í ringrás um jørðina, sokallað 'Low Earth Orbit'. Rakettin er í tveimum, har fyrsti parturin lyftir rakettina upp í 80.000 metra hædd, meðan annar parturin verður brúktur til at finna røttu kósina at sleppa fylgisveinunum.

Sum nakað serligt er henda Orbex Prime rakettin rikin við við varðandi ella grønum brenniefni, sokallaðum Futuria Liquid Gas, sum er eitt brennievni, sum hevur nógv minni útlát enn aðrir líknandi motorar. Eisini sjálv rakettin skal endurbrúkast, og sagt verður, at hon ikki elvir til leivdir, hvørki á jørðini ella í rúmdini.

Orbex hevur longu gjørt sáttmála við sjey kundar, ið ætla at brúka felagið til at flyta sínar fylgisveinar út.

Byggiverkætlanin hevur júst fingið játtað tríggjar milliónir pund frá bretska “Nuclear Decommissioning Authority”, sum ynskir at fíggja ætlanini. Harumframt hevur  Sutherland Spaceport eisini fingið níggju milliónir pund í stuðli frá skotsku stjórnini og HIE, sum er 'Highlands and Islands Enterprice' og 2,55 milliónir frá UK Space Agency. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder