At veðrið kann vera - og er - sera ymiskt kring oyggjarnar, vita flest øll. Vanliga skylda vit uppá fjøllini, hvussu høg tey eru, og hvønn vegin tey venda ímóti ella undan ættini.
Men tað er ikki bara tey, sum gera munin á veðrinum hjá okkum.
Ein útlendskur ferðamaður tók hesa myndina (omanfyri) 4. mai í ár, meðan hann var á útferð norður á Kallin norðan fyri Trøllanes. Eitt grovt æl var nakað norðan fyri Kalsoynna.
Á myndini sæst bláur himmal millum hampuliga stórar bøklar, og fyriuttan hatta ælið er turt. Vindurin er lítil, tí als einki skúm er á alduryggunum. Ættina síggja vit ikki neyvt, men aldurnar benda á, at lotið er onkurstaðni eystaneftir.
Aðrar áhugaverdar ábendingar eru eisini á myndini. Bøklarnir eru hampuliga stórir, og tað bendir á, at luftin er nokkso óstøðug. Luftin verður í støðum tvungin uppeftir, tí havið er heitari enn luftin. Á veg uppeftir kølnar hon, og tá ið hon er komin upp, har sum vit á myndini síggja skýfótin, er luftin vorðin so køld, at vatndampur fer úr og blívur til vatndropar. Teir gerast so við og við størri og tyngri og detta til endans niður.
Hyggja vit í veðurarkivið (www.vedrid.fo), hvussu veðrið var hendan dagin, so síggja vit, at ættin lá millum landsynning og landsynning eystan, vindferðin umleið 6 m/s, og hitalagið lá um 7 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald