Innanlands

Fakfeløg varpa ljós á umhvørvið og bústaðir

Kjak og undirhald verður á tiltaki í Reinsarínum leygarkvøldið

RSP er við á fakfelagstiltakinum har umhvørvi og bústaðir eru á skrá (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

RSP er við á fakfelagstiltakinum har umhvørvi og bústaðir eru á skrá (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-24 19:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reinsaríið í Havn verður karmur um forvitnisligt tiltak komandi leygarkvøld, har fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum seta evnini umhvørvið og bústaðir á breddan.

Á skránni verður undirhald frá Jákup Veyhe, RSP, Páll Oddi frá Páll Finni Páll og viðkomandi innsløg frá áhugafeløgum, fakfeløgunum og arbeiðsgevara um fakfeløg í dagsins samfelagi og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, fer at tosa um týdningin av fakfeløgum, og tvey sofaprát verða, har Dánjal Højgaard verður orðstýrari. Í sofaprátinum um fakfeløg og umhvørvið vera Elsa Berg, umboðandi áhugafelagsskapin Veðurlagslóg NÚ, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, starvsfólk á Umhvørvisstovuni og næstforkvinna í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, við.

Í sofaprátinum um fakfeløg og bústaðir vera Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, Elin Hentze, umboðandi áhugafelagið Búgva, Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og nevndarlimur í LÍV, og Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelag Føroya, við.

Tiltakið leygarkvøldið kl. 20 er alment og ókeypis. Tað Fakfelagssamstarvið, sum skipa fyri tiltakinum. Limir í hesum samstarvi eru: Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya og Starvsfelagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder