Mikukvøldið 31. mai fer Filmsfelagið at vísa filmin "The Quiet Girl".
Filmurin, sum byggir á søgu hjá Claire Keegan, vann sjey Irish Film & Television virðislønir í heimlandinum. Undir heitinum ”An Cailín Ciúin” er hann fyrsti írsktmælti filmur, sum nakrantíð hevur verið í kapping at vinna ein Oscar sum besti altjóða filmur. Filmurin er hin fyrsti hjá írska leikstjóranum Cailín Ciúin.
Vit eru á bygd í Írlandi í 1981. Húskið er illa fyri og mamman er aftur uppá vegin. Tað er summar og stillføra Cáit verður send til onnur fólk at verða. Tigandi gentan, sum higartil hevur verið fyri ongum av berari vanrøkt, blómar í nýggju húsunum, einum bóndagarði í Landsynningsírlandi, har eingir loynidómar eitast at vera.
Hóast neytini mjólka og alt stendur í ríkasta summarblóma, er Cáit varin og ber alla tíðina saman við tær kørgu royndir, hon hevur heimífrá.
Í nýggju húsunum verður hon fevnd av umsorgan og góðsemi, men tá hon fær innlit í ein djúpan loynidóm, má hon sanna, hvussu skroypilig tilveran er.
Hetta er næstsíðsti filmur fyri summarsteðgin í Filmsfelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald