Innanlands

Kirkjan á Kirkju 90 ár

Hvítsunnudag verður skipað fyri hátíðargudstænasta á Kirkju

2023-05-25 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvítusunnudag, 28. mai, fyllir kirkjan á Kirkju 90 ár, og í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðargudstænastu.

Gudstænastan verður í Kirkju kirkju hvítsunnudag klokkan 12. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Gudstænastan verður sjónvarpað og útvarpað, skrivar Fólkakirkjan.

Kirkjan á Kirkju, ið er teknað av Louis Zachariasen, varð vígd 28. mai 1933 av Jákupi Dahl, prósti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder