Mentan

Stórbærur endabrestur í sámisku framsýningarrøðini

Jarðargudar, kvinnurørsla, joyk og elektroniskur tónleikur ganga upp í eina hægri eind, tá summarframsýningin við sámisku listakvinnuni Outi Pieski letur upp í Norðurlandahúsinum

2023-05-25 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ferniseringin verður 2. juni kl. 16 - sama dag, sum Mentanarnáttin er.

Hetta farna árið hevur Norðurlandahúsið havt eina røð av framsýningum við navnframum sámiskum listafólkum. Nú verður endabresturin - summarframsýningin við sámisku Outi Pieski. Framsýningin eitur Rematriation of a Ládjogahpir - Aftur til Máttaráhkká.

Bannaði høvuðbúnin
Heitið á framsýningini vísir á ein serstakan høvuðbúna, sum sámiskar kvinnur í Sámalandi einaferð nýttu, ládjogahpiren. Høvuðbúnin er serstakliga sermerktur í sniði - hann er høgur við einum boga ovast, álíkur horni, sum er úr træi, sum er klætt við toyði.

Móti endanum á 19. øld varð hesin høvuðbúnin bannaður. Kristnir prestar hildu, at djevulin búði í hornskapinum í høvuðbúnanum, so teir bannaðu ládjogahpiren, oyðiløgdu og brendu teir. Síðani máttu sámisku kvinnurnar lata sær lynda við einum flatari og minni høvuðbúna.

Á summarframsýningini verður høgi, hornskapaði høvuðbúnin, ládjogahpiren, givin sámisku kvinnunum aftur - sum eitt súmbol um eina nýggja sjálvstýrandi kvinnurørslu. Hetta verður gjørt við einari røð av verkum, sum eru gjørd í samstarvi millum Outi Pieski og finska granskaran Eeva-Kristiina Harlin.

Lýð á jarðargudarnar
Framsýningin hevur eisini eina sjónbandainnseting, sum verður rópt Guhte gullá – Her at lýða á, sum við bæði elektroniskum tónleiki og sámiskum joyki býður í veitslu undir jørð. Her dansa ungdómar fyri at gloyma ræðsluna fyri heimsins oyðing og ákalla hjálp frá teimum gloymdu sámisku jarðargudunum. Nú er stundin komin at endurskapa sambandið við tað heilaga, sum er fjalt langt inni í jørðini.
Sjónbandainnsetingin er gjørd saman við døtrunum hjá Outi Pieski, Birit og Katja Haarla, sum vera við til ferniseringina 2. juni í Norðurlandahúsinum.

Um listakvinnuna
Outi Pieski (f. 1973) er samisk myndlistakvinna búsitandi í Ohcejohka (Utsjoki) og Numminen, Finnlandi. Verk hennara sameina ofta samiskt handverk við duodji og nýmótans listarbeiði. Hon hevur m.a. sýnt fram á Venedigbiennalen og er umboðað á nógvum altjóða sýningum á m.a. EMMA - Espoo Museum of Modern Art, Finland, Museum of Contemporary Art Kiasma og Finnish National Gallery.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder