Tórshavnar kommuna: Hátíðarhald var í dag seinnapartin, har eisini nøkur starvsfólk, sum høvdu starvsdagar, vórðu heiðrað.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað var hugaligt at koma á stovnin í dag at hátíðarhalda føðingardagin, samstundis sum at nøkur av teimum, ið hava drúgvastu starvsdagarna vórðu heiðrað.
Heðin Mortensen greiddi frá, at hesin stovnurin hevur langa søgu. Upprunaliga varð byrjað við eini vøggustovu Yviri við Strond, sum Nancy Bjørklund tók stig til. Vøggustovan læt upp fyri skjótt 60 árum síðan, tann 18. okt. 1965.
Í 1972 fluttu tey í eini hús á Lützenstrøð. Men í 1983 bleiv dreymurin hjá Nancy Bjørklund at fáa ein barnagarð til veruleika - tá bleiv Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru tikin í nýtslu.
Seinni skifti stovnurin so navn til Birkilund.
Nýggjara partin av søguni kenna tey flestu. Kommunan yvirtók eftir áheitan sjálvsognarstovnin. Tað var í september 2011, at nevndin fyri sjálvsognarstovnin heitti á býráðið um at yvirtaka stovnin uttan millumrokning. Bygningurin hevði tá stóran umvælingartørv.
Í juni 2012 mælti mentamálanevndin í Tórshavnar býráð einmælt kommununi at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður. Nógvar kanningar vórðu gjørdar. Tosað varð leingi um, annaðhvørt stovnurin skuldi byggjast av nýggjum ella fáa eina høvuðsumvæling.
Stovnurin er stórur og varð bygdur tíðliga í áttatiárunum. Stovnurin hevði trupulleikar av lekum í fleiri ár. Tað gjørdist tí neyðugt hjá kommununi at taka stig, sum livdu upp til dagsins krøv í allar mátar, tað veri seg við tilfari, innrætting til tey pædagogisku krøvini og útgerð annars, so sum hitaverki og luftskifti.
Húsavarðatænastan bygdi nýggja stovnin.
Birkilund er ein av størstu dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi her beint við Hoyvíkstjørn. Stovnurin liggur tætt við miðbýin, og tí er skjótt at fara bæði í bý og náttúru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald