Veðrið fyrsta summardag í ár, 1. juni, var gott við bláari luft og sólskini. Í hesum døgum liggja vit norðan fyri miðjuna á einum stórum hátrýstøki. Miðjan er sunnan fyri Ísland. Veðrið í Føroyum er tí støðugt við skiftandi skýmongd, yvirhøvur er turt og lítið av vindi. Áðrenn alt hetta var veðrið í mai merkt av brúgvaløgum, sum fóru framvið við regni og vindi. Serliga í seinnu hálvu av mai vóru løtur við fitt av vindi.
Miðalvindur og hvirlur í Havn. Ættin er vestan alt tíðarskeiðið. Leggið til merkis løtuna týskvøldið 23. mai til hósnáttina 25. mai og aftur leygardagin 27. mai. Tá vóru løtur við miðalvindferð upp í skrið, 15 til 18 m/s og í hvirlunum var vindferðin uppi í hvøssum stormi, 25 til 28 m/s.
Í seinastu vikuni í mai menti eitt hátrýst seg yvir Norðuratlantshav og breiddi seg í landnyrðing ímóti Føroyum. Fyrradagin, t.e. mikudagin 30. mai legði tað seg væl til rættis sunnan fyri Ísland.
Tað sær út, at hátrýstið fer at vera liggjandi í nógvar dagar afturat. Í 5-daga forsøgnini lova vit tí løtur við bæði skýggjaðum lofti og sól, yvirhøvur turt og lítil vindur av vesturættum allar 5 dagarnar. Veðrið er støðugt og stabilt.
Verður summarveðrið liggjandi? Sum flest okkara vita, so eru veðurforsagnir skiftandi og óvissar, tá ið vit fara langt fram í tíðina. Tó kunnu vit siga, at hátrýstið fer at liggja væl inn í næstu viku, men tað fer at vikna eitt sindur og ganga eitt sindur eystureftir, tí lágtrýst vestaneftir fara at trýsta á. Lágtrýstini koma av leiðini í Grønlandsfjørðinum, sum er millum Grønland og Ísland. Tey fara at taka eina leið norður um Føroyar, og brúgvaløgini higani fara framvið norðanfyri ella skamt vestanfyri, tá ið komið er út í næstu viku. Brúgvaløgini kunnu vera viknað, og tí er torført at siga, hvussu nógv regn vit kunnu vænta, ella neyvt nær tey fara framvið. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í dag, er okkara besta boð, at tað ikki verður fyrr enn seint í næstu viku, kanska ikki fyrr enn leygardagin 10. juni, áðrenn brúgvaløgini røkka til okkara norðaneftir. Kanska eru tey vikna so mikið, at vit bert fáa løtur við regni?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald