Mentan

150.000 krónur til Fuglafjarðar

Anna Joensen kom í gjøgnum og rakti væl í fyrsta snari

Ja, eg steðgi har og sigi stóra takk, segði Anna Joensen, tá hon í fyrsta snari lendi á 50.000 krónum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Ja, eg steðgi har og sigi stóra takk, segði Anna Joensen, tá hon í fyrsta snari lendi á 50.000 krónum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-06-02 20:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gekkurin blívur altsamt størri, og tað bleiv hann aftur í kvøld. Tí heldur ikki hesaferð fór stóra upphæddin burturav.

Anna Joensen úr Fuglafirði ringdi inn við fullari plátu, og valdi at býta Gekkin sum var 1,9 millión í trý. Hetta gav 650.000 krónur á hvørjum leypi.

Men tað bleiv ikki brúk fyri nøkrum leypi. Í fyrsta snari lendi Anna Joensen nevniliga á 50.000 krónur, og faldað við trý gav hetta henni 150.000 krónur. Hetta var ov gott at siga nei til, og ein væl nøgd Anna valdi tí at steðga her.

Hon greiddi eisini frá, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hon vinnur í Gekkinum. Fyri nøkrum árum síðani var hon nevniliga vinnarin av einum Volvo-bili virði 600.000 krónur.

Næsta fríggjakvøld er Gekkurin heilar tvær milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder