Mentan

Bowlinghøll og spæliland á Hálsi

Bowlinghøllin á Hálsi letur upp aftur 1. juli og seinni verður spæliland lagt afturat tilboðnum. Rúni Djurhuus og aðrir taka yvir

2023-06-02 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um miðjan apríl læt bowlinghøllin á Hálsi í Havn aftur, eftir 23 ár  og felagið fór í sjálvbodna likvidatión.

Men skjótt verður lív aftur í stóra bygninginum á Hálsi. Rúni Djurhuus, Hjalti Hvítklett, Tóki Skeel Nolsøe og Ingi Joensen hava yvirtikið inventarið hjá gomlu bowlinghøllini, og 1. juli er ætlanin at lata upp aftur.

Hetta veit midlar.fo í dag.

Afturat bowling, verður eitt spæliland eisini gjørt, og eftir ætlan klárt fyrst í komandi ári. Nýggju eigararnir yvirtaka ein part av bygninginum afturat, so pláss verður fyri spælilandi og bowlinghøll, skrivar midlar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder