Mentan

Kórkonsert í Sandavágs kirkju

Kl. 17 fara Vágakórið og kirkjukórið Ljómur at framføra

Sandavágs kirkja (Savnsmynd)

Sandavágs kirkja (Savnsmynd)

2023-06-03 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 17 verður kórkonsert í Sandavágs kirkju við Vágakórinum og kirkjukórinum Ljómur.

Vágakórið og kirkjukórið Ljómur hava samstarvað, og fyri nøkrum árum síðani var Vágakórið og vitjaði Ljóm. Úrslitið av vitjanini varð ein konsert í Vágs kirkju, har kórini framførdu hvør sær og síðani felags framførðslu, skrivar heimasíðan hjá Vága kommunu.

– Benjamin Gåsedal er kórleiðari hjá báðum kórunum, og er nú lagamanni at taka samstarvið uppaftur. Hesaferð verður kórið Ljómur gestur hjá Vágakórinum, og Benjamin fer at venja og samansjóða kórini. Úrslitið verður ein konsert í Sandavágs kirkju

– Sangskráin er blandað við løttum og meira álvarsomum verkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder