– Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hesin dagur verður aftur í ár. Leygdagin 12. august verður Ljósfest, og á skrá verður listaframsýning, sølutorg, barnaundirhald, heiðran og tónleikur, skrivar Vágs kommuna.
Kommunan hevur ikki kunngjørt endaligu skránna enn, men m.a. verður listaframsýning við Finleif Mortensen, Lív Arge og Sven Erik Stenberg.
Á sølutorginum verða hondvirkaðarvørur frá lokalum, og um kvøldið verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Deiggj, Marius og Hjalmar og Dagfinn spæla. Eisini hevur kommunan fingið tvey av teimum gomlu og kendu suðuroyartónleikabólkunum, sum vóru virknir í 70-80unum, at spæla á Ljósfest.
– Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøist um stóra skaran av fólki, sum komu til Ljósfest í fjør, og kann eisini avdúka, at sera nógv uppskot eru komin frá vágbingum um hvør skal heiðrast, skrivar Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald