Mentan

Kirkjukonsertir á G!

Festivalurin fer inn í Gøtu kirkju har konsertir verða við Klingru, Gabriel Gold og Yann Tiersen

Gabriel Gold

Gabriel Gold

2023-06-05 10:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samstarvi við prestin í Gøtu, skipar G! festivalurin í ár fyri kirkjukonsertum í Gøtu kirkju. Tríggjar konsertir verða í kirkjuni – við Klingru, Gabriel Gold og Yann Tiersen. 

Líka síðan byrjanina hevur G! havt festival kirkju, og á tann hátt bjóðað tí andaliga inn í festivalrúmið. Í ár fer festivalurin sjálvur inn í andaliga rúmið.

Kirkjukonsertir eru nakað heilt serligt. Kirkjurúmið er ein serligur karmur, ið er skaptur til djúphugsan, andaligheit, men eisini til sang og tónleik. Har sleppur tónleikurin at standa nakin í serliga kirkjuljóðinum.

Gabriel Gold
Gabriel Gold er tónaskald og margmiðlalistafólk úr San Francisco í Kalifornia og Reykjavík í Íslandi. Hann er kendur fyri sínar vokalar, ið eru ógvusligir og fjálgir samstundis, fyri sítt minimalistiska klaverspæl og ikki minst fyri sín bergtakandi grýtusláttur. Hann verður lýstur av Illuminate SF sum "ein gátufør rødd og tónleikur sum sendur teg á eina ferð gjøgnum bæði tær djypstu gleðirnar og sorgirnar inni í sál tíni." 

Afturat hesum hevur hann givið tvær EP'ir út, "Halo" (2015) og "Live at the Grace Cathedral" (2018), og arbeiðir í løtuni við einari útgávu sum er framleidd av Birgir Jón Birgisson, ið er sett at koma út í ár.

Harafturat arbeiðir hann uppá enn eitt listaverk, sum er eitt fleirsansaupplivilsi, hesa ferð við íblástri frá arktiska landslagnum og jøklunum.

Klingra
Klingra hevur eisini arbeitt við arktiskum evni á nýggju útgávu síni eftir, ið tekur støði í Føroyingahavnini í Grønlandi, og frásøgn frá abba tangentleikaran, Dánjal á Neystabø.

Klingra er nýstovnaður tónleikabólkur, við royndum tónleikarum, ið hava spælt í bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn, Eivør og Teitur.

Frumútgávan “…eftir” er nýliga útkomin, og bólkurin hevur júst verið á væleyðnaðari útgávukonsertferð í Norðurlondum, har ummælini hava verið góð.

Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri Klingru. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúkað burtur. Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvønn krók.

Úr hesum rúmi, gjøgnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.

Tónleikurin og tekstirnir á føroyskum eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið.

Klingra vil bjóða lurtaranum inn í eina estetiska verð, sum skapar rúm til tankar og kenslur, har tíð og stað drukna í eini hugmynd.

Yann Tiersen
Yann Tiersen kenna ivaleyst føroyingar flest úr samstarvinum við Orku og við Ólav Jákupsson, Umframt úr filmstónleikinum til filmin “Amélie”, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.

Vælumtókti filmurin brúkti løg av trimum teimum fyrstu útgávunum hjá Tiersen sum ljóðspor. Men hann er nógv annað og meira enn bara “Amélie”.

Sum einstaklingur hevur hann spælt hópin av útgávum inn, gjørt áhugaverd samstørv við aðrar tónleikarar og lagsmiðir, skrivað tónleik til filmar.

Hansara tónleikur fevnir um nógv ymisk klassisk og nútímans ljóðførum, har serliga elektriski gittarin, klaverið, synthesisarar og fiólin hava ein stóran leiklut. Men rúm er eisini fyri øðrum, so sum melodika, xylofon, leikuklaveri, harpsichord, harmoniku og enntá eini skrivimaskinu.

Yann Tiersen sær seg sjálvan fyrst og fremst sum tónleikara, ið fokuserar uppá konsertferðir og at geva tónleik út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder