Innanlands

50 hvalir lagt beinini í Miðvági

Gekk skjótt at drepa grindina, sum varð funnin vestur úr Søltuvík. Seðlarnir koma út í morgin

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2023-06-06 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var fyrr í kvøld, at boðað var frá grind vestur úr Søltuvík. Nakrir bátar komu til grindina, og hon varð rikin inn á Miðvág.

Um 21 tíðina varð grindin hildin til í Miðvági, og talan er um einar 50 hvalir ella so, skrivar jn.fo.

40 bátar vóru við í drápinum sum tók umleið eitt korter.

Sýslumaðurin upplýsir fyri Jn.fo, at seðlarnir koma út í morgin.

(Dagført 6. juni kl. 23:55)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder