Innanlands

Barnaverkætlanin er farin av bakkastokki

Høvuðsuppgávan er at kortleggja og savna vitan um tann týdning tað hevur fyri børn og ung at hava eitt gott lív

Tilgongdin skilur seg frá flestu almennum verkætlanum innan sama økið, sum t.d. eftirmetingar, greiningar og álit. Her leggur landsstýrismaðurin fram

Tilgongdin skilur seg frá flestu almennum verkætlanum innan sama økið, sum t.d. eftirmetingar, greiningar og álit. Her leggur landsstýrismaðurin fram

2023-06-07 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjøtul er nú settur á Barnaverkætlanina, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið stendur fyri. Verkætlanin er gróðursett í tøttum samstarvi við Kommunufelagið, Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið. Landsstýrisfólkini og formansskapurin í Kommunufelagnum skrivaðu undir eitt politiskt semjuskjal um hesa ætlan tann 28. mars 2023.

Nú hava út við 40 fólk luttikið á strategiseminari í Norðurlandahúsinum. Endamálið hevur verið at skifta orð um og kvalificera tvørgeira- og tær tvørskipanarligu avbjóðingar, sum eru innan økið. Luttakararnir á seminarinum hava umboðað ein breiðan hóp av leiðslupersónum frá landsstovnum, kommunum og sjálvbodnum felagsskapum.

Støðið verður tikið í politisku visjónini, endamálsorðingunum og tí kós, sum stýrisbólkurin hevur sett. Endamálið er ein meira fokuserað sameining og samskipan av menningarátøkum tvørtur um geira- og stovnsmørk fyri at røkka: Eina meira miðvísa raðfesting av átøkum, tænastum og veitingum, eitt sterkari førleikagrundarlag í teimum fakligu umhvørvunum og betri møguleikar fyri samvirkan umframt betri samskipan og eisini betri gagnnýtslu av verandi tilfeingi.

[object Object]
Út við 40 fólk luttikið á strategiseminari í Norðurlandahúsinum. Endamálið hevur verið at skifta orð um og kvalificera tvørgeira- og tær tvørskipanarligu avbjóðingar, sum eru innan økið

[object Object]

Tilgongdin skilur seg frá flestu almennum verkætlanum innan sama økið, sum t.d. eftirmetingar, greiningar og álit. Ætlaða tilgongdin byggir á háttaløg og meginreglur fyri menning frá nýggjastu altjóða granskingini innan fyri strategi og leiðslu innan tað almenna (Network Public Governance). Hugt hevur eisini verið eftir, hvussu íslendingar arbeiða við somu avbjóðingum.

Høvuðsuppgávan er at kortleggja og savna vitan um tann týdning tað hevur fyri børn og ung at hava eitt gott lív. Kortlagdar verða eisini týðandi avbjóðingar, sum børn, ung, familjur og fakprofessionell uppliva í gerandisdegnum og í almennu stuðulsskipanunum. Eftirmetingar og álit innan viðkomandi økir her heima hjá okkum seinastu árini hava varpað ljós á avbjóðingar og loysnir, og verða hesi tikin við í kortleggingini.

Strategiseminarið, sum hevur verið, er ætlað sum fyrireiking til vitanarráðstevnu, sum ætlanin er at hava í Norðurlandahúsinum tann 31. august í ár, har nógv fleiri fara at verða boðin við.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder