Mentan

Jada noydd at avlýsa konsert á G! festivalinum

Hon hevur avlýst allar konsertir uttanlands í summar, og tað er eisini galdandi fyri G! festivalin. Arbeitt verður við at finna ein góðan avloysara

2023-06-07 10:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jada, ið skuldi spæla á G! í ár, er við barn, og varð í síðstu viku innløgd við komplikatiónum.

Hetta hevur við sær, at hon í dag hevur boðað frá, at hon verður noydd at avlýsa allar konsertir uttanlands í summar, hetta er tíanverri eisini galdandi fyri G! Festivalin, skrivar festivalurin í fráboðan.

- Avboðið kemur brátt við, men vit gleðast um, at støðan hjá henni og barninum er stabil, og gleða okkum at taka ímóti henni eitt annað ár, sigur G! festivalurin.

Í Gøtu eru tey nú í ferð við at finna ein góðan avloysara til sterku skránna.

G! festivalurin verður 13. til 15. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder