placeholder
Innanlands

4. b úr Eysturskúlanum vann Ársins Vitanarfróðu 2023

Tey høvdu gjørt frágreiðingina "Hvussu virka viskileður?" og fingu heiðurin handaðan á skúlanum í gjár

- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. Spurningurin tit hava kannað er tikin úr gerandisdegum hjá øllum skúlabørnum

- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. Spurningurin tit hava kannað er tikin úr gerandisdegum hjá øllum skúlabørnum

2023-06-07 13:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, týsdagin 6. juni, varð kunngjørt, at 4. b. úr Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2023. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: "Hvussu virka viskileður?".

Handanin fór fram á einum av “Glottunum” hjá miðdeildini í Eysturskúlanum. Tá tey møttu til hendan “Glottan”, sum er ein felagsløta fyri miðdeildina, vóru umboð fyri Nám, eitt læraraumboð og Granskingarráðið eisini møtt og avdúkaðu, at tey høvdu vunnið. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Jens Mortan Rasmussen, lærari, Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi, og Brynhild Næs Petersen fyri Granskingarráðið. Henny Dánialsdóttir segði m.a. soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:

- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna.

- Spurningurin tit hava kannað er tikin úr gerandisdegum hjá øllum skúlabørnum. Spurningurin tykist einfaldur, men sum tit vísa í frágreiðingini, so førir hesin eina røð av viðkomandi hypotesum við sær, sum tit duga væl at seta, kanna og svara.

- Kanningarnar vóru væl lýstar, og myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordiligir granskarar fyri at svara tykkara undranarspurningi. Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða.

- Vit sóu, at tit eftir hvørja kanning við eygleiðingum komu fram til eina niðurstøðu í tykkara kanningararbeiði. Miðlingin av tykkara gransking, á næsta Glotta, er eitt fínt høvi at greiða øðrum frá um alt tað tit nú vita um viskileður.

- Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi, og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði. Uppgávan var væl frágingin og tit dugdu væl at lýsa arbeiðsgongdina, bæði við teksti og myndum.

Síðani fekk flokkurin heiðursbrævið. Vinnandi flokkurin fær umframt heiðurin 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.

Frágreiðingin hjá 4. b. úr Eysturskúlanum kann lesast her.

Fimm frágreiðingar komu inn frá tveimum skúlum, Kvívíkar skúla og Eysturskúlanum.Hvør bólkur, sum luttók, hevur fingið skreytblað við luttøkuváttan sendandi við telduposti. Av tí at frágreiðingarnar hjá teimum í Kvívíkar skúla eisini vóru á sera góðum støði, tók dómsnevndin ta avgerð í ár, at geva teimum eitt serstakt vísinda-herðaklapp, sum er ein granskaravitjan eftir egnum ynski.

Allar frágreiðingarnar kunnu síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder