Í Sørvági er fagrasta veður og í kvøld verður árligi Countryfestivalurin skotin í gongd við einum útseldum eldratiltaki í fimleikahøllini í Sørvágs skúla. Har fara Jørgen og Jákup við orkestri at syngja, spæla og undirhalda. Garpar koma at framføra sangir og sørvingurin, Pál Weihe, fer at hugleiða.
Sjálvur festivalurin verður um vikuskiftið. Longu eru hópin av húsvognum komnir til bygdina. Dungasandur er klæddur sum ein rættulig countrybygd, og veðurforsøgnirnar eru avbera góðar.
Í annaðkvøld, hóskvøldið kl. 17, verður Bassafestivalur – eitt undirhaldstiltak fyri børn – á festivaløkinum.
Fríggjakvøldið kl. 17 byrjar so stóra brakið við tónleiki á Dungapallinum oman móti fótbóltsvøllinum og á Stakkapallinum á hugnaliga fríøkinum á Stakka. Og haðani fer country og bluestónleikur at ljóma í alt vikuskiftið við bæði útlendskum og føroyskum countrykongum.
Høvuðsnøvnini fríggjakvøldið eru Chad Brock úr USA og Kristina Bærendsen. Leygarkvøldið verða tað helst Hallur Joensen og Buddy Jewell úr USA. Og so sjálvandi fasta innslagið, Tinganest.
Sørvingurin, Pál Weihe, fer eisini at hugleiða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald