Innanlands

Avtala við Undirhúsið um alment vesi

Nes kommuna fær rætt til at leiga eitt høli í kjallaranum í Mathiasa Pakkhúsi, sum verður innrættað til alment wc-høli

Haldor Gaardbo og Súni í Hjøllum, borgarstjóri (Mynd: Nes kommuna)

Haldor Gaardbo og Súni í Hjøllum, borgarstjóri (Mynd: Nes kommuna)

2023-06-08 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin mikudagin var hugnaløta í Undirhúsinum á Toftum, nú avtalan við Nes kommunu varð undirskrivað.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, meðan Haldor Gaardbo, formaður, undirskrivaði fyri Undirhúsið.

Á býráðsfundinum 30. mai í ár samtykti býráðið í Nes kommunu at gera avtalu við Undirhúsið á Toftum, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Avtalan ber í sær, at Nes kommuna fær rætt til at leiga eitt høli í kjallaranum í Mathiasa Pakkhúsi, har kommunan fer at innrætta eitt alment wc-høli.

Avtalan kemur í gildi tann 1. januar 2024 og er galdandi í 20 ár.

Eftir summarfrítíðina fer býraðið at taka støðu til, hvør fær arbeiðið at innrætta hølið.

Annars gongur arbeiðið við at umvæla Mathiasa Pakkhús til nýtt Undirhús eftir ætlan. Til hugnaløtuna takkaði Haldor Gaardbo øllum, sum á einhvønn hátt higartil høvdu víst vælvild at stuðla byggingini av nýggja Undirhúsinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder