Mentan

Hjartasangir í Hoyvíkar kirkju

Konsert verður týskvøldið við Maria Bonnet Høyer og Poul Skjølstrup Larsen

Maria Bonnet Høyer

Maria Bonnet Høyer

2023-06-08 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin 13. juni kl. 19.30 verður konsert í Hoyvíkar kirkju við sangi og orgul- og klaverspæli.

Tað eru sangarinnan Maria Bonnet Høyer og organisturin og klaverleikarin Poul Skjølstrup Larsen, sum saman hava gjørt eina konsertskrá, sum tey kalla “Hjertekoncert” – “Hjartakonsert”.

Innihaldið í skránni eru sangir, sum kunnu setast í samband við bæði til tann jarðiska kærleikan og tann gudómliga kærleikan í øllum teim mongu sjónarhornum fyribrigdið finst í.

Sangirnir eru úr nógvum ymiskum pørtum av tónleikasøguni. Væl kendir klassiskir sangir, opera-ariir, norðurlendskir fólkasangir, úr sangleikum og filmstónleiki. Skráin verður eisini snikka til, so hon hóskar til stað og árstíð. Dentur verður lagdur á, at tað ikki bara er nakað fyri oyrað, men eisini tað sjónbæra samskiftið er í hásætinum – somuleiðis sambandið við áhoyrarnar.

Marie B. Høyer er sangari, musikpædagogur og verkstovuinstruktørur. Hon er útbúgvin kirkjusangari og fólkaskúlalærari og kirkjutónleikari í Sæby og Gershøj í Lejre á Sælandi.

Poul Skjølstrup Larsen var fyrst í 20 ár organistur í Christianskirkjuni í Fredericia har hann eisini var leiðari av dreingjakórinum, og síðan eisini í 20 ár organistur í kirkjuni í Løgumkloster. Hann er í Føroyum í samband við próvtøkur í orgulspæli í Tórshavnar musikkskúla. 

[object Object]
Poul Skjølstrup Larsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder