Uttanlands

Tjúkkur roykur yvir amerikansku eysturstrondina

Myndugleikarnir ávara móti skaðiligari luft í fleiri norðuramerikanskum stórbýum

Royktám yvir New York (Mynd: EPA)

Royktám yvir New York (Mynd: EPA)

2023-06-08 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri flogferðar í økinum kring New York City og Philadepphia vórðu í gjár seinkaðar ella avlýstar. Orsøkin er vánaligt sýni orsakað av royki frá fleiri náttúrueldum í Kanada.

Hetta gekk eitt nú útyvir floghavnirnar LaGuardia og Newark í New York og altjóð floghavnina í Philadelphia, upplýsa amerikansku flogferðslumyndugleikarnir.

Fleiri hundrað skógareldar hava seinastu dagarnar lagt eina dýnu av royki yvir stór øki í USA, og ávarað verður móti heilsuvanda fleiri staðir.

Blaðið The Philadelphia Inquirer skrivar, at roykur liggur yvir øllum økinum har tað eisini luktar brent.

Heilsumyndugleikarnir í stórbýnum, sum liggur í statinum Pennsylvania, hava eisini boðað frá, at “luftin er ósunn at anda í seg”, og at borgarar kunnu uppliva ávirkast av roykinum.

Sambært blaðnum ráða myndugleikarnir frá uttandura virksemi, og heitt verður á fólk um at halda vindeyguni afturlatin, og at bera munnbind meðan tey eru uttandura.

Eisini í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C. hava myndugleikarnir send ávaringar út. Sama er galdandi fyri New York City og kanadisku stórbýirnar Toronto og Ottawa.

Skógareldar er ikki óvanligir um summarið í Kanada. Men á ár eru teir fleiri enn vanligt, og teir eru eisini byrjaðir fyrr á árinum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder