Føroyski saxofonisturin Kristina Thede Johansen verður í ár heiðrað við viðurkendu donsku Sonning talentheiðurslønini.
Léonie Sonnings Musikpris er eins av heimsins størstu viðurkenningum fyri tónleikarar. Í sambandi við at heiðurslønin verður handað, verða eisini tíggju ‘talentprísir’ á 100.000 krónur hvør.
Og ein av hesum er 28 ára gamla Kristina Thede Johansen, sum hevur gjørt rættiliga vart við seg sum ein framúr saxofonleikari. Hetta varð kunngjørt í gjár.
Kristina byrjaði at spæla saxofon í Tórshavnar Musikkskúla sum 12 ára gomul. Í 2014 byrjaði hon á Det jydske Musikkonsesrvatorium og gjørdist í ár kandidatur í musikkpedagogikki og debuteraði sum solistur. Hon hevur eisini lisið í Finnlandi eitt skifti og hevur spælt sum solistur saman við Føroya Symfoniorkestri, Randers Kammerorkester og Aarhus Symfoniorkester.
Sama dag sum sonningsvirðislønirnar vórðu kunngjørdar í gjár, spældi Kristina Thede Johansen í Musikhuset í Aarhus, har hon var solistur í Tommasi Saxofonkoncert saman við Aarhus Symfoniorkestri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald