placeholder
Innanlands

Spakin settur í verkætlanina við Kongaríkið

Hetta er ein gomul ætlan sum táverandi býráð arbeiddi við fyrst í 80'unum, men tað gjørdist ikki veruleiki. Men nú verður øðrvísi

Oddmar á Lakjuni, formaður í teknisku nevnd, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Oddmar á Lakjuni, formaður í teknisku nevnd, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-06-09 08:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður farið í gongd við at útvega fleiri parkeringspláss umframt at fáa veg til fleiri eldri sethús og randarhúsini millum Skáltavegin og Stangavegin, vanliga rópt Kongaríkið. Mikudagin var borgarstjórin, Karl Johansen, og setti ’spakan’ í.

Klaksvíkar kommuna hevur sum mál, at øll sethús, har tað er møguligt, skulu hava veg til húsini. Ein raðfestingarlisti er gjørdur og hevur Kongaríkið leingi ligið ovast á listanum.

Talan er um eina gamla verkætlan. Longu fyrst í 80’unum arbeiddi táverandi býráð við líknandi ætlanum, sum tó ikki gjørdust veruleiki. Nú er ætlanin tikin fram aftur, og borgarar í økinum kunnu gleða seg til betri parkeringsviðurskiftir, umframt at verkætlanin eisini ger ferðsluna á Stangavegnum munandi tryggari.

Oddmar á Lakjuni, formaður í teknisku nevnd, er fegin um, at arbeiðið nú fer í gongd.

- Tað er gleðiligt, at sethús fáa veg til húsini. Harafturat vísti borgarakanningin eisini, at tørvur er á at raðfesta ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti, og tað meti eg, at hendan verkætlanin loysir á ein góðan hátt, sigur hann við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Tríggjar milliónir krónur eru settar av til arbeiðið í ár, og arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder