Innanlands

Mønustingarin til springara klárur

Nýggju stingararnir eru gjørdir, og býttir út til sýslumenn og onnur í landinum

(Mynd: Grindamannafelagið)

(Mynd: Grindamannafelagið)

2023-06-09 10:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í eina tíð hevur verði arbeitt við at menna nýggjan mønustingara til springara.

Ein útgáva hevur verið roynd, og royndirnar frá henni hava verið so mikið góðar, at nú eru gjørdir nýggir stingarar, sum eru býttir út til sýslumenn, og onnur í landinum, skrivar Grindamannafelagið á heimasíðuni.

Fyri at menna stingararnar víðari, verður heitt á øll grindafólk um at brúka nýggju stingararnar til springara, og um gjørligt bíða við drápinum, inntil springarastingari er komin á hvalvágna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder