Innanlands

Peter Belli deyður

Danski sangarin hevur verið sjúkur í longri tíð, og doyði í gjár, 79 ára gamal

2023-06-09 09:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danski sangarin Peter Belli er deyður, 79 ára gamal.

Hesum boðar plátufelag hansara, Target Group, frá.

Tað er við stórari sorg, at vit boða frá, at okkara elskaði maður, pappa, dadi og verpápi, Peter Belli, er farin, skrivar plátufelagið.

Upplýst verður, at Peter Belli doyði í gjár eftir at hava verið sjúkur í longri tíð.

Familjan ynskir frið til at koma seg eftir stóra missin. Úlvurin hevur takkað fyri seg fyri seinastu ferð, skrivar Target Group.

Peter Belli er millum annað kendur fyri lagið "Ulven Peter", sum var donsk útgáva av "Lil' Red Ridin' Hood", men sum bleiv eyðkennislag hjá Belli.

Onnur kend løg eru "Hvis Jeg Var Arbejdsløs", "Helt Igennem Respektabel" og "København (Fra en DC-9)".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder