Danska verjan fær 143 milliardir krónur afturat komandi tíggju árini, so at Danmark frá 2030 lýkur felags málinum í Nato um íløgur í verjuna.
Tað er høvuðsboðskapurin í stóru verjusamgonguni, ið varð gjørd millum 10 av teimum 12 flokkunum á Fólkatingi í gjárkvøldið.
Talan er um eina tíggju ára rammuavtalu, sum merkir, at fíggingin av verjuni er fastløgd hesi komandi tíggju árini, skrivar dr.dk.
Við í avtaluni eru SF, Danmarksdemokraterne, Liberal Alliance, tey konservativu, Radikale Venstre, Dansk Folkeparti og Nye Borgerlige.
Bert Enhedslisten og Alternativet eru ikki við. Tey vóru ikki bjóðað við til samráðingarnar tí tey frammanundan høvdu boðað frá, at tey ikki vóru samd í at økja útreiðslurnar til verjuna til tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum er felags Nato-málið.
Onki gjørt uttan um føroyskar myndugleikar
Eisini tey bæði føroysku fólkatingsumboðini eru við í verjuavtaluni.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur hjá Javnaðarflokkinum, sigur í tíðindaskrivi í morgun, at endamálið hevur verið at savnað inn vitan um møguligar viðkomandi íløgur, sæð frá føroyskum sjónarmiði. Og at tryggja, at einki verður gjørt uttan um landsstýrið:
- Okkara lutur hevur verið at tryggja, at einki verður gjørt uttan um føroyskar myndugleikar. Og at landsstýrið aktivt er við at avgera, hvussu samstarvið um verjuna í okkara øki sær út. Vit hava havt nógvar fundir við serfrøðingar, myndugleikar og fyritøkur, sum hava servitan um hetta økið. Tað verið seg innanfyri sjó- og loftverju, gransking og tilbúgving og trygd á netinum. Og hendan vitanin er nú brúkt til at skapa eitt felags grundarlag fyri teimum samráðingum, sum verða um trygd og verju komandi árini.
Nýbrot í ríkisfelagsskapinum
Hin fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, úr Sambandsflokkinum, skrivaði soleiðis í tíðindaskrivi í gjár.
Nýggja verjusemjan, ið danska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eru komin ásamt um, fer at hava stóran týdning fyri Føroyar.
Avtalan staðfestir, at Føroyar fara at gera sítt til, at trygdin í Norðurhøvum verður varðveitt, og at Føroyar fara at raðfesta tiltøk, sum stuðla uppundir átøkum hjá NATO, soleiðis at Arktis og Norðurhøv framvegis verða lágspenningsøki.
Gleðiligt er eisini, at raðfestingarnar hjá verjuni í og kring Føroyar, kunnu sameinast við sivilu tilbúgvingina og løgregluna.
- Hetta er ein søguligur dagur. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir politikkarar verið við í viðgerðini um eina verjusemju. Verjumál er danskt málsøki, men nú hava vit gjørt okkara rødd galdandi, og tað er eitt nýbrot í ríkisfelagsskapinum. Enn eitt dømi um, at tað ber til at nútímansgera ríkisfelagsskapin, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald