Innanlands

Føroysk børn kynsliga misnýtt á netinum

Fleiri føroysk børn eru ímillum tey, sum hava verið fyri ágangi í máli, sum Føroya Politi kannar í løtuni. Føroya Politi hevur kunnað tey avvarandi

2023-07-18 10:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tríggir persónar vóru herfyri handtiknir og skuldsettir fyri kynsliga misnýtslu móti børnum á netinum. Ein er leyslatin meðan tveir eru varðhaldsfongslaðir í fyribils fýra vikur hvør. Ein av teimum, sum situr varðhaldsfongsslaður, hevur eisini havt samlegu við eitt av hesum børnum, sum tá var undir 15 ár. 

Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3. Føroya Politi hevur higartil funnið fram til 14 órættað børn í aldrinum 10 til 17 ár.

Teir handtiknu eru m.a. skuldsettir fyri brot á revsilógina, við at hava framt blúnisbrot ímóti børnunum, og at hava í varðveitslu,- og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av børnunum. Harumframt er ein skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt barn undir 15 ár.

Grundlógaravhoyringar vóru í Føroya Rætti í juni og juli, har tveir av teimum skuldsettu vóru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvør.

Kanningararbeiðið hjá politinum hevur ført fram til børnini, sum hava verið útsett fyri grooming. Groomingin hevur síðani ført til kynsliga misnýtslu á netinum og samlegu við barn undir 15 ár.

Politiið hevur illgruna um, at fleiri føroyskir groomarar eru upp á spæl á netinum, og politiið arbeiðir við at eyðmerkja teir.

Kanningararbeiðið hevur eisini ført til eyðmerking av tveimum donskum groomarum, sum hava groomað fleiri donsk og føroysk børn. Hesi mál eru send til Danmarkar til nærri kanningar. 

Fakta

Grooming
Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan. Tann vaksni sigur seg ofta vera javngamlan ella eitt sindur eldri enn barnið, sum hann hevur samband við. Yvir tíð og við snildni (manipulatión) skapar groomarin eitt álitisforhold til barnið. 

Groomingin førur við sær, at barnið verður eggjað til at senda eitt nú nakinmyndir av sær sjálvum til groomaran. Talan kann eisini verða um myndir og filmsbrot, har barnið á onkran hátt er kynsliga aktivt.

Groomarin kann eisini hótta barnið við at leggja myndirnar, sum tað longu hevur sent til groomaran, út á netið ella til onkran, ið barnið kennir, um tað ikki sendur fleiri myndir. Hetta verður kallað “sextortion”.

Grooming og kynsligur ágangur á netinum kunnu hava ógvusligar sálarligar avleiðingar við sær.

Ein groomari er ein barnalokkari.

Grooming kann fara fram í veruliga lívinum eins væl á netinum. Onkuntíð fer groomingin fram á báðum støðum. Í flestu førum er tó talan um grooming á netinum. Tí er týdningarmikið hjá foreldrum og øðrum, sum eru um børn, at fylgja við í virkseminum hjá børnunum á netinum og á sosialu miðlunum.

Les meira um grooming:
https://sletdet.redbarnet.dk/artikel/hvad-er-grooming/ 

Sí vegleiðing til at strika innihald á Snapchat:
https://sletdet.redbarnet.dk/slettevejledning/snapchat/ 

SSP hevur gjørt undirvísingartilfar um at ferðast á netinum, sum eisini kann vera hent hjá foreldrum:
https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/um-at-ferdast-a-netinum/ 

Frá 1. juli í ár varð grooming gjørt revsivert í Danmark. Føroyska revsilógin hevur ikki áseting um grooming enn.

Blúnisbrot
Blúnisbrot er óhóskandi kynsligur atburður, framdur av gerningspersóni móti einum órættaðum. 

Boða politinum frá
Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbrotið, eiga tit at boða løgreluni frá.

Tað er neyðugt við próvgum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.

Tíðindaskriv frá Føroya Politi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder