placeholder
Innanlands

Springararnir verða hildnir til

Væl av fólki er á sandinum í Hvalvík

Savnsmynd: Artur Johansen

Savnsmynd: Artur Johansen

2018-09-11 11:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bólkur av springarum verður í løtuni hildin til í Hvalvík.

Bólkurin varð funnin beint fyri klokkan 10 út fyri Kjalnesi, og gekk norðureftir.

- Tað er rættiliga fitt av springarum. Nokkso nógv, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Jacob Vestergaard sigur, at springararnir gingu í tveimum bólkum heilt inn móti sandinum í Hvalvík, har væl av fólki standa klár at taka ímóti teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder