Innanlands

Næmingar á Glasi við í røð um norðurlendskar byggisiðir

Sendingin “På eventyr i Norden - det færøske refugium” verður sýnd hóskvøldið

2018-09-12 15:21 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í nýggjari røð um siðbundnar byggisiðir fer arkitekturin og handverkarin Hans Keiding í autocampara sínum runt í Norðurlondum. Her leitar hann inn í handverkið, náttúruna og fólkasálina í londunum, hann vitjar. Eftir at hava verið við til at bygt lavvu við sámum, sauna í Finnlandi og eldsmáttu í Noregi er fjórði partur um at byggja við gróti, viði og flagi í Føroyum.

Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur samskipað føroyska partin, funnið stað, sniðgivið,
gjørt tekningar, fingið loyvir o.a. Benny Nielsen og Kenneth Bernhard Olsen,
faklærarar á timburdeildini á Glasi, hava staðið fyri timburarbeiðinum, sum lærlingar á 2. skúlaskeiði á Glasi saman við næmingum hava gjørt. Lærlingarnir hava bygt eitt skjól ella smáttu, sum gongufólk kunnu leita sær skjól. Ein gomul krógv er nýtt sum grund og tilfarið, sum brúkt er, er óviðgjørt og kann niðurbrótast í náttúruni. Smáttan stendur á rossagøtunum við Kerjar í Havn, skamt frá Glasi.

Sendingin, sum ber heitið “På eventyr i Norden - det færøske refugium”, er hálvan
tíma long og verður sýnd fyrstu ferð hóskvøldið 13. september kl. 19:00 (føroyska tíð, 20:00 danska tíð) á DR-K.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder