Innanlands

Video: Springaradrápið í Hvalvík - hetta er einki minni enn ein katastrofa

Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-13 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Hetta er einki minni enn ein katastrofa! Fatalt!"

Soleiðis skrivar Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin á Facebook, eftir at ein filmsupptøka frá springaradrápinum í Hvalvík varð koyrd á YouTube.

Á filmsupptøkuni, sum eitt stuðulsfólk hjá Sea Shepherd hevur tikið upp, sæst eitt nú, at ein maður í fleiri minuttir roynir at skera ein springara á háls við einum knívi.

Lógin sigur annars, at mønustingari skal brúkast, hóast sýslumaður kann geva loyvi til at skera á háls.

"Eg eri sum fólkatingsmaður í óteljandi orðaskiftum um grindadráp. Tað er lætt at vinna debattirnar - fyrst og fremst við at samanbera við industriella kjøtframleiðslu, men eisini við m.a. at vísa til okkara hagtøl fyri hvussu væl stovnurin er fyri, og hvussu nógv meira humanur drápshátturin er blivin síðani hvalvákn, sóknarongur og seinast knívurin blivu bannað.

"Hendan upptøkan oyðileggur alt hetta."

"Tað er ilt at siga hvussu stórur skaðin kann vera av hesum filmi - men hann kann verða øgiligur," skrivar Sjúrður Skaale á Facebook.

Dagføringin hjá Sjúrða Skaale hevur fingið nógvar viðmerkingar.

"Havi altíð verið pro grindadráp, men hatta er ikki okay. Fekk ilt í búkin av at síggja hatta," skrivar ein.

"Hatta var nakað so ræðuligt at síggja, eg orkaði ikki at hyggja eftir øllum," skrivar ein annar.

Les eisini: Eiga at umhugsa springaradráp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder