Innanlands

MEST veitir neyðstreymsanlegg til smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond

Talan er um 3 generatorsett við eini orku á íalt 5,4 MW frá stóra altjóða veitaranum FG. Wilson

2018-09-13 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum stendur MEST fyri uppseting av neyðstreymsanleggi til stóru smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond í Klaksvík. Talan er um 3 generatorsett við eini orku á íalt 5,4 MW frá stóra altjóða veitaranum FG. Wilson.

FG Wilson eru ikki sørt stoltir av at veita eina skipan til heimsins størstu smoltstøð.

Nýggja skipanin til Bakkafrost kann veita streym svarandi til 10% av samlaðu elorkuni í Føroyum, skrivar FG Wilson í tíðindaskrivi.

FG Wilson eru somuleiðis bergtikin av Føroyum.

"Vit koma ikki yvir hvussu vakrar Føroyar eru," skriva FG Wilson.

Sí video her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder