Innanlands

Springaradráp: Má strammast upp

Hetta er nakað vit mugu taka alvorliga upp, sigur sýslumaður

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-13 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvar røddir hava verið frammi um drápið í Hvalvík har góðir 200 springara løgdu beinini týsdagin, og serliga hava fleiri videoupptøur av drápinum elvt til kjak.

Á einari upptøku (sæst niðanfyri), sæst ein maður sum roynir at skera ein springara á háls. At síggj til tók hetta fleiri minuttir og tað hevur undrað fleiri.

Eisini Karl Johansen, virkandi sýslumaður í Norðurstreymi, undrar seg eisini. Hann sigur tó at tað ber illa til at vita frammanundan hvør dugir at skera á háls.

- Tá eitt stórt tal av hvali ella springara kemur ímóti, kanst tú ikki frammanundan vita hvør dugir at skera og hvør ikki dugir. Teir hava ein grindaknív, so gongur man út frá, við at hava verið á skeið, duga síni ting, segði Karl Johansen við útvarpið á middegi.

Hetta er nakað, sum sýslumaðurin ætlar at taka upp við grindaformenn og grindamenn. Eisini skal tað takast upp við djóralæknan, sum hevur havt skeið í hvussu hvalir skulu avlívast.

- Tá grind verður aftur fara vit at stramma upp fyri grindamonnum og grindaformonnum, at tá man kemur inn ímóti at fólk vita hvat tey fara í holt við. At man roynir at halda teir framat sum duga síni ting.

- Tað má vera upp til hvønn einstakan sum fer í grind, at hann ikki fer í holt við nakað, hann ikki dugir, sigur sýsmumaðurin við útvarpið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder