Innanlands

Lótu springararnar fara

Vóru so smáir, at tað loysti seg ikki

2018-09-13 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá avtornaði vísti tað seg at springararnir, sum vóru funnir við Flesjarnar seint seinnapartin vóru so smáir, at tað ikki loysti seg at halda teimum til.

Springararnir svumu seg inn á eina hellu við Søldarfjørð, og vórðu síðani koyrdir útaftur, og verða riknir út aftur, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Talan var um eina 10-15 smáar springarar. Eini seks bátar vóru við í rakstrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder