Innanlands

- Sambandsflokkurin roynir at fáa øði í grindina

Flokkurin vil kveikja lív í eitt stríð við tjóðveldisfólk við at mæla til dansk CPR-nummar frá føðing, sigur Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale (Mynd: DR)

Sjúrður Skaale (Mynd: DR)

2018-09-14 09:26 Author image
Oda Strøm

- Hvat skal mann gera fyri at øsa tjóðveldisfólk? Jú, hví ikki skjóta upp at geva øllum føroyskum nýføðingum danskt persónsnummar? Tað man fara at fáa øði í grindina, sigur fólkatingslimurin Sjúrður Skaale í lesarabrævi

Sjúrður Skaale vil vera við, at tað er júst tað, sum formaður Sambandsfloksins nú roynir. Bárður Nielsen mælir til, at føroyingar frá føðing skulu fáa eitt danskt cpr-nummar afturat føroyska p-talinum, og hevur sett ríkisumboðnum spurning um málið.

Fólkatingslimurin sigur, at heldur enn evindaliga boksikampin millum loysing og samband, skulu vit heldur finna tær praktisku loysnirnar.

- Tað er rætt, at manglandi cpr-nummarið hevur skapt trupulleikar fyri nógvar føroyingar í nógv ár. Tí hesi fýra tølini aftaná føðingardagin eru sjálvur lykilin til at kalla allar tænastur og veitingar í Danmark. Mann kann snøgt sagt onki uttan hesi tølini.

Sjúrður Skaale sigur, at hann sum fólkatingsmaður hevur fingið ótaldar áheitanir um hetta, og hevur eisini saman við góðum kreftum arbeitt miðvíst við at fáa málið loyst, og at trupulleikin er at kalla loystur nú við  “umsitingarligum cpr. nr.”, sum verða útflýggjað teimum, ið hava tørv á tí. 

- Einstakir steinar eru kortini eftir á vegnum. Til dømis hava føroyskir læknar uttan cpr-nummar ikki atgongd til donsku journalskipanina. Og tað ger tað sjálvsagt tvørligt at seta seg inn í, hvørjar viðgerðir eru framdar í Danmark. Eisini kann vera tvørligt hjá føroyskum lesandi at fyrireika seg til at fara undir lesnað í Danmark, tí tað ikki ber til at fáa útflýggjað NemID í Føroyum. Mann skal møta upp á einari danskari kommunuskrivstovu, sigur Sjúrður Skaale. 

Fólkatingslimurin sigur, at tað hetta kann tó lætt loysast við nøkrum einføldum, tekniskum broytingum í NemID-skipanini. 

- Málið er ikki í mínum hondum nú, men liggur m.a. hjá Heilsumálaráðnum. Er politiskur vilji kann tað loysast skjótt og smidliga. Og eg kann ikki ímynda mær annað enn, at landsstýrið hevur henda vilja. Tað snýr seg jú um at loysa nakrar praktiskar trupulleikar fyri okkara borgarar, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur. 

placeholder
placeholder