placeholder
Innanlands

Hunangssnittur afturkallaðar

Hýggj er staðfest í hunangssnittum frá Karen Volf

Karen Volf Honningsnitter

Karen Volf Honningsnitter

2018-09-14 10:13 Author image
Oda Strøm
placeholder

BISCA A/S afturkallar eitt partí av Karen Volf Hunangssnittur, tí hýggj er staðfest í nøkrum av køkunum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan. 

Køkurnar eru seldar í føroyskum handlum. Hýggj í køkunum ger tær óegnaðar til matna, og tí verður mælt til, at brúkarar, sum hava vøru frá hesum partínum, beina tær burtur ella lata tær inn aftur har tær eru keyptar. 

Kunning um vøruna: 

Pakkastødd: 8 stk.
Nettovægt: 144 g.
Framleiðsludagur: 2018-04-26
Best fyri: 2018-09-23
Lotnr.: LS18116372
EAN nr.: 5709364674777

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder