Innanlands

Nýggj kunngerð skal fyribyrgja dálking frá oljutangum

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg hevur sett nýggjar reglur í gildi fyri at fyribyrgja dálking frá oljutangum

2018-09-14 11:43 Author image
Oda Strøm
placeholder

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, hevur sett nýggjar reglur í gildi til tess at fyribyrgja dálking frá oljutangum í sethúsum og øðrum bygningum.

Í Føroyum verða flest øll sethús og aðrir bygningar hitað við oljufýring, og hesi hava hús oljutanga.

Nógvir av verandi oljutangum eru gamlir og vandin fyri at teir rusta hol økist sum tíðin gongur. Hetta kann hava við sær stóra dálking fyri náttúruna og kommunur hava víst á, at neyðugt er, at eldru tangarnir verða skiftir út, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið á heimasíðuni. 

- Nýggja kunngerðin skal tryggja, at gamlir oljutangar verða skiftir út. Freistin at skifta út góðkendar tangar er millum 20 og 50 ár aftaná framleiðslurárið, alt eftir hvat slag av tanga talan er um. Er oljutangin ikki góðkendur ella framleiðsluárið ókent, er freistin at skifta tangan út millum fimm og 10 ár, treytað av, nær húsini eru bygd.

Eitt týðandi amboð í arbeiðinum at skifta eldru oljutangarnar út er, at allir oljutangar verða skrásettir. Sambært nýggju reglunum skulu kommunurnar hava skrásett allar oljutangar áðrenn 1. januar í 2022.

Kunngerðin, ið nú er lýst, ásetir, at frameftir verða bert góðkendir oljutangar innfluttir og seldir í Føroyum. Ásett verður eisini, at oljutangar verða settir upp forsvarliga og allir tangar skulu verða íbundnir oljufýringina við einstreingjaðari rørskipan eftir vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Haraftrat hevur nýggja kunngerðin um at fyribyrgja dálking frá oljutangum eisini ásetingar um ábyrgd hjá eigara av oljutangum og veitarum av olju. Veitarin kann eitt nú sýta fyri at fylla á tangar um eyðsýndur vandi er fyri oljudálking.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder