Innanlands

Team Rynkeby handar peningin leygardagin

Hetta er 5. árið, at Team Rynkeby savnar inn pening til hættisliga sjúk børn og familjur teirra í Føroyum

Team Rynkeby handar peningin leygardagin

Savnsmynd

2018-09-14 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir

Leygardagin klokkan 15 verður peningurin, ið eru savnaður inn í ár, handaður Krabbameinsfelagnum.

Samkoman er almenn og verður í Finsen.

Hetta er 5. árið, at Team Rynkeby savnar inn pening til hættisliga sjúk børn og familjur teirra í Føroyum. Innkomni peningurin verður umsitin í serligum grunni hjá Krabbameinsfelagnum. Undan hesum árinum eru savnaðar tilsamand meira enn 4 milliónir krónur.

Talarar við samkomuna verða:

  • Umboð fyri Krabbameinsfelagið
  • Umboð fyri Hjartabarnið
  • Umboð fyri Team Rynkeby Fonden í Danmark
  • Umboð fyri granskingarverkætlanini, ið fær stuðul frá Team Rynkeby Føroyar
  • Ein luttakari frá inniverandi ári
  • Eitt umboð frá Team Rynkeby Føroyar

Bæði nýggja liðið, sum skal avstað í 2019, og liðið, sum hevur verið í París í summar, verður til staðar.

Signar í Homrum spælir nøkur løg til tiltakið.

 
placeholder
placeholder