Innanlands

Nýggj siglingarætlan á norðuratlantssjóleiðini hjá Samskip

Íløgur verða gjørdar í størri skip, umframt at talið av skipum verður økt úr fýra til fimm, at røkja leiðina

2018-09-14 14:34 Author image
Tíðindaskriv

Í oktober ger Samskip munandi broytingar á siglingarætlanini við Føroyar og Ísland. Íløgur verða gjørdar í størri skip, umframt at talið av skipum verður økt úr fýra til fimm, at røkja leiðina. Við nýggju og betraðu siglingarætlanini bjóða vit okkara viðskiftafólki styttri transitttíðir, øktan títtleika við komum og fráferðum, umframt eina meira álítandi siglingarætlan.

Talan verður nú um tríggjar sjóleiðir.

Norðurleiðin siglir frá meginlandinum, via Skandinavia, til Føroya og Íslands.

Suðurleiðin siglir úr vesturfirðunum í Íslandi til Evropa.

Strandarleiðin siglir úr norður- og eystur Íslandi til Føroya.

Við nýggju siglingarleiðunum kunnu vit bjóða okkara viðskiftafólki fjølbroyttar fyrimunir. Við vikuligari fráferð úr Føroyum fríggjadag og komu í Rotterdam sunnudag, kann feskur fiskur vera á marknaðunum á evropeiska meginlandinum mánamorgnar. Innflutningur úr meginlandinum og Skandinavia er í Føroyum sunnudag, soleiðis at vøran kann vera á hillunum mánamorgnar.

Norðurleiðin verður røkt av skipunum Arnarfell og Helgafell, ið eru skrásett í FAS (Føroya Altjóða Skipaskráseting) og hava heimstað í Tórshavn.

placeholder
placeholder