Innanlands

- Rakar ikki útlendingar um vit drepa springarar

Vit mugu ikki lata okkum ræða av útlendskum umhvørvisfólkum og blaðgreinum í útlendskum miðlum, heldur Jacob Vestergaard

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-14 16:20 Author image
Sverri Egholm

- Tað rakar ongan útlending, hvørki í New York ella London, at vit drepa springarar í Føroyum.

Tað heldur Jacob Vestergaard, sum umframt at vera tinglimur fyri Fólkaflokkin, eisini er sýslumaður í Eysturoynni.

- Føroyingar drepa ikki springarar til stuttleika, men fyri at fáa mat á borðið. Sjálvsagt skulu vit til eina og hvørja tíð gagnnýta alt tað tilfeingi, ið vit hava í havinum, eisini havsúgdjór, skrivar tingmaðurin á Facebook.

- Vit hava altíð brúk fyri øllum tí, ið vit kunnu veiða, fugli, fiski og hvali, og harvið fáa ókeypis døgurðamat. Innløga hevur altíð havt og hevur framvegis stóran týdning.

- Vit hava greiðar lógarkarmar fyri allari veiðu og eru væl skipað, sigur hann.

Ikki fyrr enn skjóttgangandi bátar komu, at møguleiki var at reka springarar
- Vit veiða ikki orsaka av siðvenjuni. Siðvenjan hevur onki við málið at gera. Tað var ikki fyrrenn vit fingu skjóttgangandi bátar, at møguleiki var at reka og halda springarar til.

- “Rokið” um springaradrápið í Hvalvík er skapt av teimum, sum eru ímóti, at vit drepa hval. Tíverri eru tað fleiri, ið hava latið seg lokkað.

- Vit hava dripið springarar í áratíggir, og tað hevur havt líka so lítla ávirkan á okkara umdømi, sum tað, at vit hava dripið grindahval. Útlendingar gera ongan mun á, um vit drepa springarar ella grindahval, skrivar Jacob Vestergaard.

placeholder
placeholder