Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Freistin at svara flutt eina viku

Í fjórða uppsagnarskrivinum, sum Liljan Weihe fekk, hevði hon fjúrtan dagar at svara. Men hendan freistin er nú broytt

Málið um tíðindaleiðaran: Freistin at svara flutt eina viku

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-14 16:49 Author image
Regin Winther Poulsen

Síðst í august skrivaði portalurin, at Liljan Weihe hevði fingið fjórða uppsagnarskrivið frá Kringvarpinum. Hon hevði samstundis fingið bjóðað eitt akademiskt starv í stovninum. Tað vil siga, at Liljan varð uppsøgd, um hon ikki tók av nýggja starvinum. 

Les eisini: Liljan hevur fingið bjóðað akademiskt starv í Kringvarpinum 

Freistin hjá Liljuni og advokati hennara at svara, um hon tók av starvinum var í dag, 14. septembur. Men hendan freistin er nú flutt til 21. septembur. 

Sostatt verður ikki greitt, um málið fær ein enda við hesum fjórða uppsagnarskrivið, fyrr enn um eina viku. 

placeholder
placeholder